Enter

Vælkomnir føroyingar

Höfundur lags: Kvæðalag Höfundur texta: Jóannes Patursson Flytjandi: Ýmsir Sent inn af: gilsi
[C]Vælkomnir føroyingar, her í vási,
eg meini, vit eru mergjaðir enn,
um mong ein hurð enn stendur í lási,
vit roynast enn tó menskir menn:
Av látri ikki útskolaðir,
enn eru vit ikki volaðir
Av látri ikki útskolaðir,
enn eru vit ikki volaðir

[C]Enn eru knotur í føroyskum kongum,
tað kennist vit hvørt lógvatak,
enn eiga vit sess á summum rongum,
enn stíga vit fram um hurðarbak,
enn torga broddi vit ímót´,
enn livir gamalt føroyskt grót
enn torga broddi vit ímót´,
enn livir gamalt føroyskt grót

[C]Um gamal runnur á Føroya vølli
enn slitið hevur í túsund ár,
og illa trevsaður er av elli
og ber so stór og greflig sár,
:,: so er tó haldgóð enn hvør spong,
enn fara vit ikki undir kong :,:

[C]Kom sessist tí við gleim og gaman
um vertskapsborð á hesi ferð!
Til skemtunar enn vit hittast saman,
sum gamal landasiður er;
væl unnast vit við kæti kátt,
tí eitrandi er sprekið gott
væl unnast vit við kæti kátt,
tí eitrandi er sprekið gott

[C]Og tá til hallar heim vit venda,
hvør heldur leið at síni vrá,
og henda veitsla er komin at enda,
lat gamlar sinar roynast svá:
at verkum várum komandi
verður gleðilyndið fylgjandi
at verkum várum komandi
verður gleðilyndið fylgjandi

Vælkomnir føroyingar, her í vási,
eg meini, vit eru mergjaðir enn,
um mong ein hurð enn stendur í lási,
vit roynast enn tó menskir menn:
Av látri ikki útskolaðir,
enn eru vit ikki volaðir
Av látri ikki útskolaðir,
enn eru vit ikki volaðir

Enn eru knotur í føroyskum kongum,
tað kennist vit hvørt lógvatak,
enn eiga vit sess á summum rongum,
enn stíga vit fram um hurðarbak,
enn torga broddi vit ímót´,
enn livir gamalt føroyskt grót
enn torga broddi vit ímót´,
enn livir gamalt føroyskt grót

Um gamal runnur á Føroya vølli
enn slitið hevur í túsund ár,
og illa trevsaður er av elli
og ber so stór og greflig sár,
:,: so er tó haldgóð enn hvør spong,
enn fara vit ikki undir kong :,:

Kom sessist tí við gleim og gaman
um vertskapsborð á hesi ferð!
Til skemtunar enn vit hittast saman,
sum gamal landasiður er;
væl unnast vit við kæti kátt,
tí eitrandi er sprekið gott
væl unnast vit við kæti kátt,
tí eitrandi er sprekið gott

Og tá til hallar heim vit venda,
hvør heldur leið at síni vrá,
og henda veitsla er komin at enda,
lat gamlar sinar roynast svá:
at verkum várum komandi
verður gleðilyndið fylgjandi
at verkum várum komandi
verður gleðilyndið fylgjandi

Hljómar í laginu

  • C

Veldu hljóðfæri

Veldu nýja tóntegund

Chord data © Chordinator.com

blog comments powered by Disqus
 
Staðfesti notandanafn...