Enter

Í búri

Song Author Færeyskt Lyrics by: J.O.H Djurhuus Performer: Harkaliðið Submitted by: Forseti
[Am]Kúrir tú l[E]ítli songfu[Am]glur mín,
[C]fjaður[G]sárur [E7]í búri,
[Dm]tagnaði [Am]røddin[E7] føgur[Am] og fín,
lítið e[C]r tær nú [G]um mjøðin o[F]g vín,
[Am]songfuglu[E7]r mín,
[Am]skerdur í [E7]fanga[Am]búri.

[Am]Minnist tú [E7]leikin um grø[Am]nan vøll,
[C]fjaðu[G]rsárur[E7] í búri
[Dm]minnist [Am]tú gil og[E7] dalar og [Am]fjøll,
lætt var[C] títt flog o[G]g rødd tín s[F]njøll,
[Am]- minnin[E7]i øll
[Am]fána í [E7]fangab[Am]úri.   

[Am]Durvar tú long[E7]u høvd undir[Am] vong,
[C]fjaðu[G]rsárur[E7] í búri,
[Dm]kanska tú[Am] droymir [E7]um fuglaso[Am]ng,   
ástarl[C]eik yvir grø[G]nu on[F]g  
[Am]árini [E7]mong –
[Am]sloppin úr[E7] fang[Am]abúri.

Kúrir tú lítli songfuglur mín,
fjaðursárur í búri,
tagnaði røddin føgur og fín,
lítið er tær nú um mjøðin og vín,
songfuglur mín,
skerdur í fangabúri.

Minnist tú leikin um grønan vøll,
fjaðursárur í búri
minnist tú gil og dalar og fjøll,
lætt var títt flog og rødd tín snjøll,
- minnini øll
fána í fangabúri.

Durvar tú longu høvd undir vong,
fjaðursárur í búri,
kanska tú droymir um fuglasong,
ástarleik yvir grønu ong
árini mong –
sloppin úr fangabúri.

Chords

  • Am
  • E
  • C
  • G
  • E7
  • Dm
  • F

Pick an instrument

Transpose the song

Chord data © Chordinator.com

blog comments powered by Disqus
 
Validating login...