Enter

Føroyar, tá sólin

Song Author James A. Bland Lyrics by: Petur Michelsen Performer: Ýmsir Submitted by: gilsi
[G]Føroyar tá [G7]sólin í [C]tindrandi [G]megi
stavar á [Em]firðir og [A7]dandandi [D7]vág,   
[G]tá kemur [G7]hugsjónin [C]til mín i [G]gleði:
Føroyar er [Em]land mítt – her [A7]ald   [D7]ist eg [G]á.  

[D7]Tá ið so skýmingin [G]sígur um landið,
kámast burt [Em]alt, eg í [A7]dagsskini [D7]sá.   
[G]Aldurnar [G7]tutlandi [C]spæla á [G]sandi –
stjørnurnar [Em]glitrandi [A7]glam   [D7]pa á [G]vág.

[G]Føroyar, tá [G7]stormur í [C]leikandi [G]øði  
skakar og [Em]knasar – eg [A7]dragist at [D7]tær.   
[G]Tá ið so [G7]hvirlurnar [C]leggjast av [G]møði,
alt verður [Em]kvirt – tað er [A7]dýrd [D7]víða [G]hvar.

[D7]Tá ið so skýmingin [G]sígur um landið,
kámast burt [Em]alt, eg í [A7]dagsskini [D7]sá.   
[G]Aldurnar [G7]tutlandi [C]spæla á [G]sandi –
stjørnurnar [Em]glitrandi [A7]glam   [D7]pa á [G]vág.

[G]Føroyar, tá [G7]stórkavin [C]leggur seg [G]niður,
alt verður [Em]snjóhvítt úr [A7]tindi í [D7]strond,
[G]tá kemur [G7]til mín hin [C]sælasti [G]friður,
hugtekur [Em]meg – tú ert [A7]best [D7]millum [G]lond.

[D7]Tá ið so skýmingin [G]sígur um landið,
kámast burt [Em]alt, eg í [A7]dagsskini [D7]sá.   
[G]Aldurnar [G7]tutlandi [C]spæla á [G]sandi –
stjørnurnar [Em]glitrandi [A7]glam   [D7]pa á [G]vág.

[G]Føroyar, tá [G7]mjørkin á [C]sumri teg [G]fjalir,
tindarnir [Em]klárir tó [A7]glitra í [D7]sól –
[G]og tá ið [G7]sólvindur [C]millum teir [G]spælir
veit eg, [Em]tú altíð skal [A7]vera [D7]mær    [G]ból.

[D7]Tá ið so skýmingin [G]sígur um landið,
kámast burt [Em]alt, eg í [A7]dagsskini [D7]sá.   
[G]Aldurnar [G7]tutlandi [C]spæla á [G]sandi –
stjørnurnar [Em]glitrandi [A7]glam   [D7]pa á [G]vág.

[G]Føroyar í [G7]brimduni, [C]Føroyar í [G]stilli,
Føroyar í [Em]havódn og [A7]Føroyar í [D7]logn,
[G]Føroyar við [G7]tínari [C]náttúru [G]villu,
Føroyar – [Em]tú ert mær mín [A7]dýr   [D7]asta [G]ogn.

[D7]Tá ið so skýmingin [G]sígur um landið,
kámast burt [Em]alt, eg í [A7]dagsskini [D7]sá.   
[G]Aldurnar [G7]tutlandi [C]spæla á [G]sandi –
stjørnurnar [Em]glitrandi [A7]glam   [D7]pa á [G]vág.

Føroyar tá sólin í tindrandi megi
stavar á firðir og dandandi vág,
tá kemur hugsjónin til mín i gleði:
Føroyar er land mítt – her aldist eg á.

Tá ið so skýmingin sígur um landið,
kámast burt alt, eg í dagsskini sá.
Aldurnar tutlandi spæla á sandi –
stjørnurnar glitrandi glampa á vág.

Føroyar, tá stormur í leikandi øði
skakar og knasar – eg dragist at tær.
Tá ið so hvirlurnar leggjast av møði,
alt verður kvirt – tað er dýrd víða hvar.

Tá ið so skýmingin sígur um landið,
kámast burt alt, eg í dagsskini sá.
Aldurnar tutlandi spæla á sandi –
stjørnurnar glitrandi glampa á vág.

Føroyar, tá stórkavin leggur seg niður,
alt verður snjóhvítt úr tindi í strond,
tá kemur til mín hin sælasti friður,
hugtekur meg – tú ert best millum lond.

Tá ið so skýmingin sígur um landið,
kámast burt alt, eg í dagsskini sá.
Aldurnar tutlandi spæla á sandi –
stjørnurnar glitrandi glampa á vág.

Føroyar, tá mjørkin á sumri teg fjalir,
tindarnir klárir tó glitra í sól –
og tá ið sólvindur millum teir spælir
veit eg, tú altíð skal vera mær ból.

Tá ið so skýmingin sígur um landið,
kámast burt alt, eg í dagsskini sá.
Aldurnar tutlandi spæla á sandi –
stjørnurnar glitrandi glampa á vág.

Føroyar í brimduni, Føroyar í stilli,
Føroyar í havódn og Føroyar í logn,
Føroyar við tínari náttúru villu,
Føroyar – tú ert mær mín dýrasta ogn.

Tá ið so skýmingin sígur um landið,
kámast burt alt, eg í dagsskini sá.
Aldurnar tutlandi spæla á sandi –
stjørnurnar glitrandi glampa á vág.

Chords

  • G
  • G7
  • C
  • Em
  • A7
  • D7

Pick an instrument

Transpose the song

Chord data © Chordinator.com

blog comments powered by Disqus
 
Validating login...